Vælkomin
Eg eiti Annbjørg á Høvdanum. Eg eri útbúgvin Vinnusálarfrøðingur í Sept. 2009, og havi síðani Oktober 2010 arbeitt sum part tíðar sjálv vinnurekandi. Í september 2015 valdi eg at siga upp í fasta starvinum, fyri at kunna arbeiða fulla tíð sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur.
Eg havi breiða vitan innan strongd og yvirmøði, og havi arbeitt við at bøta um hesi, baði frá organisatoriska vinklinum og saman við einstaklingum. Havi hildi nógvar fyrilestrar um sálarligt arbeiðsumhvørvi, baði yvirornað, og við ávísum fokus (t.d. broytingar, sosialur stuðul og happing) og arbeitt við fyritøkum fyri at betra um hesi viðurskiftir.
Havt framløgur um virðisgrundarløg hjá fyritøkum, og hvussu hesi blíva virkin í fyritøkuni, og kann bjóða mína vitan til, at verða við til at menna eina tílíka fyri fyritøkur og stovnar.
Virksemið fevnir um:
· Fyrilestar fyri tilbúgvingarstovnin um sálarligt arbeiðsumhvørvi
· Fyrilestrar og skeið á arbeiðplássum
· Sálarlig viðgerð – serliga við atliti til strongd tunglyndi og angist
· Coaching
· Persónsmetingar
· Virkiskanningar eftir umboði
· Arbeiðsheilsu kanningar
· Virðisskipanir til arbeiðspláss
- Mindfullness skeið
- Kognitivt skeið
- Supervisión til einstaklingar og bólkar
- Meglari
Áhuga økir:
· Strongd, troyttheit og útbrendtheit, og hvussu hesi ávirka sosialu, kroppsligu og mentalu funktiónirnar hjá tí einstaka menniskjanum
· Fyribyrgingararbeiði innan omanfyristandandi og tunglyndi og angist
· Rús-bundnið
Konsulent á Blákrossheiminum har arbeiði fevnir um:
- Kognitivt eftirviðgerðarskeið innan handfaring av truplum tankum, kenslum og støðum (15 x 1,5 tímar)
· Einstaklinga -og bólka viðgerðir til búðfólk.
· Samrøður og skeið fyri avvarandi av missbrúkarum.
Havi arbeitt við arbeiðsplássum, ið hava vánaligan trivnað, nógvar sjúkradagar og útskifting av fólki v.m.
Her havi eg gjørt kanningar, har eygleiðing, samtalur við starvsfólk og spurnabløð hava verði nýtt. Fyritøkurnar hava síðani fingið eina rapport í lýsir hvussu støðan var, hvat var gott, hvat kann betrast og hvat er hættisligt. Fyritøkan fær so ein fyrilestur ið greiðir frá úrslitini av kanningini, hvat tey merkja og hvørji átøk kundi gerast fyri at broyta støðuna og um tey ynskja tað, so kann eg vegleiða ígjógnum broytingar gongdina. Hildi “skræddara seymaði” skeið í samband við ymiskar organsiatoriskar avbjóðingar hjá ymiskum fyritøkum, arbeiðsplássum.
Fyrilestrarnir eru ofta soleiðis samansettir at teir lýsa ein problemstilling, vísir á tað ynskiliga, og gevur konkret arbeiðsamboð um, hvussu ein kann arbeiða fram ímóti tí ynskiliga.
Vit eru vanliga 2 skeiðshaldara saman, og skeiðini eru vanliga samansett av vitanar formidling og venjingum. Ofta fáa skeiðsluttakarnir okkurt tilfar at lesa frammanundan, ella okkurt at hugsa um, og vit royna altíð at eggja skeiðsluttakarunum til at seta nøkur mál at røkka, til ein uppfylgingar dag, sum verður avtalaður frammanundan, ella til skeiði. (vanliga 5-6 vikur seinni)